Uppliv túrin frá Fiskieiði til Hvalba

Av Fiskieiðinum, sigla vit, vestan fyri stórsligna Prestfjall og norður á Norðbergseiði
Vit sigla innanfyri Norðbergsfles og undirTrýdrangum.
Síðani koma vit til Rituskorð og síggja brúnna, sum liggur út í Rituskorð.
Tá vit sigla ígjøgnum holurnar, í Lambhaganum. síggja vit norður á Ásmundarstakk.
Vit sigla innanfyri Ásmundarstakk, sum stendur leysur úr landi 97 metur høgur. Eftir Ásmundarstakk runda vit Bakkan, sum er norðasta punkt á suðuroynni.
Vit sigla framvið, norður síðuni á ,suðuroynni og inn á Sandvík har Sigmundur Brestisson var tikin av døgum.
Síðani sigla vit inn á Hvalba,  har túrurin endar.
Á túrinum síggja vit nógvan fugl, so sum,  ritu, lunda, lomviga, álku og aðrar fuglar. Eisini er vanligt at síggja kóp vestan fyri suðuroynna.