Vitja Hest ella Koltur.

Vit sigla av Gomlurætt út í Hest og Koltur.

Hesti er møguleiki fyri at spáka sær ein túr millum hugnaligu húsini í bygdini ella at ganga sær ein túr niðan á oynna. Eisini verður høvi at keypa sær kaffi og onkran heimabakstur í bygdarhúsinum (kontant gjald). Hava fólk hug til at svimja ber eisini til at vitja hugnaliga svimjihylin í bygdini (kostnaður kr. 20,-) og verður goldið á staðnum.Túrurin er 3 tímar.

í Koltri er møguleiki fyri at spáka sær ein túr í vøkru náttúruni. Vitja lítla hugnaliga sandin ella spáka sær niðan á fjallatindarnar á oynni. Høvi er eisini til at vitja savnahúsini Heima í Húsi (kostnaður er kr 60,-) og verður goldið kontant á staðnum. Kaffi og heimabakstur kann keypast á staðnum (kontant gjald). túrurin er 3 tímar .