Uppliv túrin frá Hvalba, vestur um, til Fiskieiði.

 

Á túrinum sigla vit inn á Sandvík har Sigmundur Brestisson var tikin av døgum.

Á norður endanum, á suðuroynni, sigla vit vestur um Bakkan. Komin vestur um, koma vit til vælkenda Ásmundarstakk. Ásmundarstakkur er 97 metur høgur og stendur leysur frá landi, so siglandi er innanfyri stakkin.

Longur suðuri er Lambhagin og har eru flottar holur sum vit sigla ígjøgnum. Siglandi út úr holunum í Lambhaganum, síggja vit suður á Rituskorð og vit síggja brúnna sum liggur út í Rituskorð.

Vit sigla undir Trýdrangum og innanfyri Norðbergsfles. Tá vit koma suður um Norðbergseiði, koma vit til Grímsfjall sum er sera stórsligið.

Vit sigla so inn á søguliga Fiskieiði har túrurin endar.

Á túrinum síggja vit nógvan fugl so sum ritu, lunda, lomviga, álku og aðrar fuglar. Eisini er vanligt at síggja kóp vestan fyri suðuroynna